Carpark North fara at spæla á Okkara Voxbotn leygarkvølið 29. juni. Fyrsta konsertin hjá Carpark North í Mentarhúsinum í Fuglafirði á heysti 2005 telist millum allarbestu rokk konsertirnar, sum hava verið her á klettunum. Nú sleppa føroyingar aftur at uppliva Carpark North, tá teir fløguaktuellir teir fara at spæla á Okkara Voxbotn 29. juni 2013.
Carpark North gevur í ár út sína fyrstu studiofløgu í fimm ár, og heimurin gleðir seg. Hinar tríggjar studiofløgurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið avíkavist platin, gull og platin sølutøl og givið teimum støði millum stóru donsku tónleikanøvnini hesumegin ártúsundskiftið.
Við risahittum sum Transparent & Glasslike, Human og Shall We be Gratefull hevur Carpark North verið trúgvur gestur á donsku hittlistunum.
Vørumerkið hjá bólkinum er í alt størri mun vorðið góðu konsert framførslurnar. Sangarin Lau Højen greiddi soleiðis frá í Sosialinum í sambandi við konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði:
- Vit eru ein undirhaldsbólkur. Okkara tónleikur er gjørdur fyri at gera fólk glað, og fyri at fáa lív í tey. Vit eru soleiðis, sum persónar, at um vit ikki spæla lívligan og festligan tónleik, so keðast vit av tí. Okkara framførsla ber brá av hesum.
Lau greiddi víðari frá, at fyrr líktust konsertirnar nógv fløguni. Men hetta riggaði ikki so væl í øllum løgum, so tí hava teir gjørt summi av løgunum um, við eyka pettum, og umskipan av ymsum. Hetta riggar betur, og ger sjálvandi eisini konsertupplivingina betur. Konsertin er sostatt ein heilt onnur uppliving enn at seta eina fløgu við bólkinum.
Fokusið á at gera konsertirnar so góðar, sum til ber, er uttan iva ein av orsøkunum til, at bólkurin nú í skjótt 10 ár hevur talst millum bestu konsertbólkar í Danmark.
Carpark North gav í 2010 út savnsfløguna Best Days, ið eisini bleiv givin út í einari altjóða útgávu á Sony plátufelagnum, undir navninum Lost. Síðan tá hevur bólkurin spælt nógv bæði í Danmark og kring heimin.
Men hesin veturin eru í stóran mun brúkt til arbeiðið við nýggju útgávuni, ið kemur á marknaðin seinni í ár. Fysta stakfløgan kemur út longu mánadagin 22. apríl og kallast Army Of Open Arms.
Okkara Voxbotn verður í Vágsbotni í Havn leygardagin 29. juni og Carpark North eru triðja útlendska navnið, ið er almannakunngjørt. Frammanundan koma Aura og Legends of Iron Maiden við Blaze Bayley og Paul Di Anno.
Hoyr Samrøðu við Rúna Djurhuus, fyriskipara:










