Carpark North lova rockbrak

- Vit eru rættiliga troyttir, tí vit lendu ikki fyrr enn tíðliga í morgun. Men nú hava vit sovið og eru væl fyri til konsertina í kvøld.

 

Tað siga teir tríggir Morten, Søren og Lau, ið manna bólkin Carpark North, sum skulu framføra á Voxbotn klokkan 22.00.

 

Minni enn ein tími er settur av til konsertina við danska bólkinum, og tað er nakað, sum limirnir í bólkinum ikki eru heilt vanir við.

 

- Vanliga plaga vit at spæla einar 75 minuttir, men nú fáa vit beint undir ein tíma, so tað er eitt sindur øðrvísi. Hinvegin so merkir tað fyri áhoyrararnar, at tey bara koma at hoyra tað besta av tí besta, lova teir teir tríggir í bólkinum.

 

Hoyr Carpark North niðanfyri.