Caroline Wozniaki sett met

Tað hevur leingi staðið greitt, at Caroline Wozniaki er eitt tennistalent út um tað vanliga.

 

Og nú hevur hon tikið 22 ára gamla metið á heimsstyrkislistanum frá landsmanninduni, Tine Scheuer-Larsen, sum einaferð var nummar 34 á listanum.

 

Tann nú 17 ára gamla Wozniaki vann í fjør Wimbledon kappingina fyri juniorar, og er í ár á fyrsta sinni við á WATP tourinum.

 

Sjálv hevur Caroline Wozniaki sagt, at hennara mál er at gerast millum 30 tær bestu kvinnuligu spælararnar í ár, og nú er hon so bert tvey pláss frá at náa málinum.

 

Men hóast danska tenniskometin altso er komin so langt upp á heimsstyrkislistan, hevur hon kortini ongantíð megnað at vinna á einum spælara í topp tíggju á listanum.

 

Einki er tó at ivast í, at danska Caroline Wozniaki fer at klintra enn longur upp á heimsstyrkislistan.