Stóru ítróttatíðindini í donsku bløðunum í kvøld eru, at heimsins nummar eitt hjá kvinnuligu tenisleikarunum, Caroline Wozniacki, hevur vrakað papa sín, Piotr, sum venjara.
Wozniacki var úti ein mánað eftir ein skaða, hon fekk í Sweden Open, men eftir at hon er komin aftur hevur hon luttikið í tveimum kappingum, og í báðum er hon sligin út í fyrsta dystinum móti ókendum leikarum.
Tað var týðiligt fyri øll, at hone r púra við síðuna av sær sjálvari, og tí mátti okkurt henda.
Eg eri ikki venjari hennara longer. Men eg eri framvegis pápi hennara og stuðli henni hundrað posent, sigur Piotr Wozniacki við ekstrabladet.dk










