Caroline úti av US Open

Á einum meir enn hálv fullum Center Cort í New York tók Caroline Wozniacki ímóti russisku Vera Zvonareva. Longu fyrstu ferð Caroline servaði, vann Zvonareva og so var støðið lagt. Caroline hevði ikki ein av sínum góðu døgum og gjørdi nógvar feilir. Tað endaði við, at Vera Zvonareva vann í tveimum settum, 6-4, 6-3.

 

20-ára gamla Caroline Wozniacki er tann fyrsta danska tennis kvinnan at koma til US Open finaluna. Tað gjørdi hon í fjør, men tapti ímóti Kim Clijsters.