Eftir endabrestin hjá kvinnuligu tennisleikarunum í Doha í Qatar, hevur danska Caroline Wozniacki økt um leiðsluna í oddinum á heimsstyrkilistanum fyri tennisleikarar.
Wozniacki tapti tepurt finaluna móti Kim Clijsters, men kortini økti hon um leiðsluna í mun til Vera Zvonareva, ið er nummar tvey á listanum.
Og júst Clijsters andar æi nakkan á Zvonareva eftir sigurin í Doha. Listin yvir tíggju tær bestu er hesin:
1 Caroline Wozniacki, Danmark 8035
2 Vera Zvonareva, Rusland 6785
3 Kim Clijsters, Belgia 6635
4 Serena Williams, USA 5355
5 Venus Williams, USA 4985
6 Samantha Stosur, Australia 4982
7 Francesca Schiavone, Italia 4935
8 Jelena Jankovic, Serbia 4445
9 Elena Dementieva, Rusland 4335
10 Victoria Azarenka, Hvítarusland 4235