Tey, sum hava áhuga fyri tennis, og fyri Caroline Wozniacki, kunnu síggja hennara dyst í triðja umfari í US Open, ið er móti amerikansku Vania King.
Wozniacki spælir sín dyst á Arthur Ashe vøllinum, eins og hon gjørdi í teimum báðum fyrstu umførunum, har hon ikki gav mótstøðukvinnunum nakran møguleika.
Vania King vann heldur óvæntað á 29. seedaðu Jarmila Gajdosova, men ta verður ikki roknað við, at hon hevur nakran møguleika móti heimsins nummar eitt, sum tykist hava funnið stílin aftur.
Hon hølvaði ein spanskan leirkara av í fyrsta umfari og síðani ein hollendskan í øðrum umfari, og spurningurin er so, um ein amerikanari kann gera nakað sum helst við danan klokkan fýra í dag.