Caroline aftur í finaluni í New Haven

Caroline Wozniacki sær út til at vera komin yvir formkreppuna, ið annars hevur rakt danska heimseittaran í kvinnutennis.

 

Eftir at vera sligin út í fyrsta dysti bæði í Cincinnati og Toronto, hevur Wozniacki nú leikt seg í finaluna í kappingini í New Haven fjórða árið á rað.

 

Hon hevur vunnið kappingina trý tey undanfarnu árini, og tað skuldi verið løgið, um hon ikki vinnur kappingina í ár eisini, tí hon sleppur undan Li Na í finaluni. Kinesarin, ið vann French open fyrr í ár, tapti púra óvæntað móti Petra Cetkovska, 2-6, 7-5, 6-7.

 

Hálvfinaluna vann Wozniacki móti sterku Franchesca Schiavone út Italia við 7-6, 6-3, og tað vísir, at danin aftur er á rættari leið. Í umfarinum undan, vann hon á Christine McHale, 19 ára gomla amerikanaranum, sum annars tveitti Wozniacki út úr kappingini í Cincinnati í síðstu viku.