Eftir eina konsert hjá Joan Jett & The Blackhearts í Los Angeles herfyri, vórðu Electra og Jett sambært blaðnum Star sæddar, meðan tær fríggjaðu lystiliga.
Í vár gjørdi Joan Jett sjónbandalagið A.C.D.C, har hon flirtar við Carmen Electra. Tað var undir upptøkunum, at tær eftir øllum at døma fullu fyri hvør aðrari. Lagið A.C.D.C var upprunaliga innspælt av The Sweet og lovprísar tvíkynd
Hetta var meðan Dave Navarro enn var inni í myndini. Tí er ikki óhugsandi, at gittarleikarin, ið hevur gjørt um seg í Jane’s Addiction og Red Hot Chili Peppers í veruleikanum varð útskiftur við tí nú 46 ára gomlu One Hit Wonder sangarinduna handan I Love Rock’N Roll.










