Í gjárkvøldið varð sangurin, sum tær tríggjar systrarnar Laila Carlsen, Vanja Carlsen og Barbara Chaparro framføra á Melodi Grand Prix lagdur út á sosialu miðlarnar.
So nú ber til hjá almenninginum at hoyra sangin, sum tær fara at framføra til ta donsku undankappinginina til Melodi Grand Prix í Gigantium í Aalborg tann 10. februar.
Tær tríggjar skulu syngja sangin Standing up for Love, ið sangskrivararnir Thomas Thörnholm og Michael Clauss hava skrivað til systrarnar.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra sangin.