Carlsen byrjar við svørtum

Um lítla løtu byrjar HM-dysturin millum Magnus Carlsen og Viswanathan Anand.

Júst eitt ár er liðið, síðani ungi normaðurin Magnus Carlsen sigraði á indiska Viswanathan Anand í Chennai, India, og gjørdist heimsmeistari í talvi, og um lítla løtu byrjar ársins HM-dystur, millum somu menn.

 

Síðani tá hevur Magnus Carlsen eisini vunnið HM í snartalvi og kviktalvi, men nú er tíðin komin at verja heimsmeistaraheitið í vanligum talvi. Avbjóðarin hesuferð er sami maður, sum Magnus Carlsenn vann ímóti í fjør, nevniliga Viswanathan Anand.

 

Mong vóru tey, sum væntaðu, at tíðin var farin frá Viswanathan Anand, tá hann meir ella minni varð hølvaður av, av Magnus Carlsen í HM-dystinum í fjør. Fólk gjørdust tí sera bilsin, tá Viswanathan Anand í avbjóðarakappingini gjørdi bart, og sigraði frammanfyri allar tær yngru kappingarneytarnar, og tryggjaði sær sostatt rættin at møta Magnus Carlsen einaferð afturat, hesuferð í Sochi í Russlandi.

 

- Chennai er gloymt. Eg havi tikið við lærdómi. Sochi verður ein nýggjur dystur, ein nýggj avbjóðing, sigur Viswanathan Anand við Fædrelandsvennen. Hann hevur viðgingið, at hann var langt niðri, eftir tapið á heimavølli í fjør. Hann segði, at hann eftir tapið setti spurningar við alt, hann hevði lært um talv higartil. 

 

Hann reisti seg tó skjótt aftur og vann avbjóðarakappingina í Khanty Mansiysk, uttan at tapa eitt einasta talv.

- Eg fekk spakuliga hugin at telva aftur, sigur Viswanathan Anand við Aftenposten.

 

Báðir telvararnir hava havt sera góð úrslit higartil í ár. Sum áður nevnt vann Magnus Carlsen HM í bæði snartalvi og kviktalvi. Hann hevur tó havt tað trupult í fleiri kappingum seinastu mánaðirnar, og hevur ikki telvað so væl sum væntað. Viswanathan Anand hinvegin hevur havt fleiri góð úrslit seinastu tíðina, men vil ikki hoyra talan um, at hann skal vera favorittur at vinna. Tann heiðurin man verandi meistarin altíð bera.

 

Í setanini í gjár var lutakast um, hvørjum liti, telvararnir skuldu byrjað við. Tað háttaði seg so, at Viswanathan Anand byrjar við hvítum og Magnus Carlsen við svørtum. Vanliga verður tað mett sum ein fyrimunur at byrja við svørtum. Trýstið á tær til fyrsta talvið er eitt sindur lægri umframt at tú fært seks talv við hvítum fólki 11 tey fyrstu umførini. Harumframt sleppir ein at telva tvey talv á rað við hvítum fólki, nevniliga tað sætta og sjeynda talvið.

 

Seinast teir møttust, í Dubai fyrr í ár, vann Viswanathan Anand. Tað var tó í kviktalvi. Í vanligum talvi hevur Magnus Carlsen vunnið tey seinastu 22 talvini. Vit skulu heilt aftur til 2010 fyri at finna seinasta sigurin hjá Viswanathan Anand. Í Sochi spæla teir best av tólv talvum. Spennandi verður at síggja, hvør trónar ovast, tá HM-dysturin er av. Fyrsta talvið verður sum sagt í dag klokkan 12.00, meðan tólvta talvið verður 25. novembur.