Carlsberg sleppur ikki við

Normenn vilja ikki finna seg í, at FCK hevur lýsingar fyri ølmerkinum á bringuni
Sambært norskai lóg er nevnliga forboðið at lýsa við alkoholi, og tað gevur trupulleikar, nú farast skal undir norðurlendsku Royal League.
Nevndarformaðurin í norska fótbóltssambandinum, Olav Boksasp, hevur sagt, at antin má FCK finna sær nýggjan sponsor, ella skal einki vera á búnunum í nýggju kappingini.
Hetta vilja tey í FCK tó ikki góðtaka.
- Royal League er ein altjóða kapping. Kunnu normenn ikki laga seg eftir altjóða reglum, so kunnu teir bara lata vera við at taka lut, sigur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm.