Carlsberg lagt lamið av verkfalli

Verkfallið á Carlsberg hevur nú breitt seg. 1100 starvsfólk eru nú farin til hús, skrivar dr.dk. Bryggjarírisin Carlsberg er lagdur lamin av einum verkfalli millum starvsfólkið og tað merkir, at einki øl verður bryggjað ella koyrt út. Tað sigur álitismaðurin hjá starvsfólkunum, Hans Andersen við heimasíðuna hjá DR.

Støðan er hon, at konfliktin er fullkomin. 1100 starvsfólk eru farin til hús, sigur álitismaðurin.

Konfliktin byrjaði í síðstu viku, tá 500 goymslu- og bryggjaríarbeiðarar hjá Carlsberg í Fredericia fóru til hús sum mótmæli móti útspælinum hjá leiðsluni, ið eitur null krónur í lønarvøkstri.

Í dag gjørdu bilførararnir so av eisini at far í verkfall. Tað hendi sum mótmæli móti, at leiðslan í Carlsberg hevði fingið skrivstovufólkið at fylt bilarnar við ølkassum, sum bilførararnir so skuldu koyra út í handlarnar.

Hartil hevur leiðslan sent brøv út til øll starvsfólkini har sagt verður, hvusssu álvarsom støðan er orsakað av verkfallinum. Millum reglurnar sæst, at roknast kann við uppsøgnum, sigur Hans Andersen.

Starvsfólkið savnast til stórfund mánadagin klokkan 9.

Har fara vit sjálvandi at gera okkara besta til at fáa fólk at taka arbeiðið upp aftur, men tað, sum vit meta sum provokatión frá leiðsluni, ger tað ikki lættari hjá okkum, sigur Hans Andersen við dr.dk.