Carlos Tevez skaddur

Manchester City tapti í gjár 3-0 fyri Liverpool og nú tykist eisini greitt, at Carlos Tevez er so mikið skaddur, at hann ikki verður við móti Manchester United í FA Cup hálvfinaluni. Tað var einki lag á Manchester City venjarinum, Roberto Mancini, í gjár. Liðið hjá honum tapti greitt fyri Liverpool. Andy Carroll legði Liverpool á odda aftaná eitt korter. Hetta er fyrsta málið hjá honum, síðani hann skifti til Liverpool frá Newcastle. Í løtuni eftir málið, mátti Roberto Mancini skifta liðskiparin, Carlos Tevez, út.

 

- Tað verður torført hjá honum at blíva klárur til leygardagin. Tað eru bara fimm dagar til hálvfinaluna í FA Cup, men vit gera eina roynd, segði Roberto Mancini eftir dystin í gjár.

 

Dirk Kuyt økti fyri Liverpool aftaná 34 minuttir og bara 90 sekund seinni slerdi Andy Carroll sigurin fastan. Roberto Mancini átók sær skyldina av ósigrinum.

 

- Eg gjørdi ein feil og hetta var mín skyld. Eg vil ikki koma nærri inn á hvat tað var, men tað er týdningarmikið, at eg fái rættað tað til leygardagin, segði Roberto Mancini.

 

Hálvfinalan í FA Cup verður leygardagin á Wembley.