Carlos Carvahal hevur drúgvar royndir, sum bæði spælari og venjari, og nú skal 52 ára gamli Carlos Carvahal royna seg sum høvuðsvenjari hjá Swansea City í Premier League.
Swansea liggur aftast í Premier League við bert 13 stigum, og "The Swans" hava fimm stig upp til 17. plássið, sum er røttumegin niðurflytingarstrikuna.
Paul Clement fekk sparkið sum høvuðsvenjari hjá Swansea 20. desember, og sjálvur fór Carlos Carvahal úr starvinum sum venjari hjá Sheffield Wednesday jólaaftan, so tað gongur ofta skjótt fyri seg við venjaraskiftum.
Carlos Carvahal vandi Sheffield Wednesday í trý ár, har tað gekk serliga væl tvey tey fyrstu kappingarárini. Í 2016 tapti Carlos Carvahal saman við Sheffield Wednesday uppflytingarfinaluna til Premier League á Wembley leikvøllinum í London, har Hull City fór við sigrinum.
Hetta kappingarárið gekk tó ikki so væl hjá Carlos Carvahal í Sheffield Wednesday. Tá hann gavst í starvinum jólaaftanskvøld lá liðið sum nummar 15 av teimum 24 liðunum í The Championship.
Carlos Carvahal er fyribils settur í starv til kappingarendan í Premier League, sum verður í mai.
Leygardagin klokkan 15 spælir Swansea ímóti Watford á útivølli.