Carling Cup finalan er í dag

Liverpool er fyri fyrstu ferð síðani FA Cup tapið í 1996 móti Manchester United á Wembley. Mótstøðuliðið er Cardiff City úr næstbestu deildini. Finalan er somuleiðis serstøk fyri Gerrard familjuna og Craig Bellamy.

 

Fyri tey, ið halda við Liverpool, so er 11. mei 1996 ein dagur, sum seint verður gloymdur. Í hvítum klædningum komu “spice boys”, sum Liverpool leikararnir eisini vóru róptir tá, á vøllin á Wembley til FA Cup finaluna móti Manchester United.

 

Finalan endaði við 1-0 sigri til Manchester United við máli, ið Eric Cantona skoraði stutt fyri tíð. Síðani tann dagin hava hvítu klædningarnir mangan verið nevndir í samband við tapið, sum eisini gjørdist seinsta ferðin Liverpool spældi á gamla Wembley, sum bleiv tikið niður um aldarskiftið.

 

Liverpool kom í fleiri finalur í tíðarskeiðnum fram til 2007, tá nýggja Wembley opnaði, men hevur tó ongantíð roynt at spælt á nýggja Wembley.

 

Fyri Gerrard familjuna er talan eisini um ein serstakan dyst, tí tað er ein Gerrard á hvørjum liðið. Tey flestu munnu kennast við Liverpool liðskiparan, Steven Gerrard. Í Cardiff verjuni finnur tú systkinabarnið hjá honum, Anthony Gerrard. Teir hava báðir boða frá undan finaluni, at teir ikki ætla at leggja leggja fingrarnar ímillum skuldi bólturin mitt í millum teir báðar.

 

Finalan hevur eisini ein serligan týdning fyri Liverpool framherjan, Craig Bellamy. Hann er uppvaksin í Cardiff og varð í fjør leigaður út til felagið. Hann hevur havt ein minni skaða, men hevur meldað seg tøkan til finaluna.

 

Finalan byrjar klokkan 16.00.