Í gjár helt Carla del Ponte fráfaringarrøðu í ST, og tað hoyrdist á orðalagnum og á røddini, at hon er alt annað enn nøgd við umstøðurnar hjá dómstólinum, sum bleiv settur til at viðgera málini ímóti teimum, sum eru ákærdir fyri krígsbrotsverk í gamla Jugoslavia.
Hon duldi ikki fyri, at hon er bæði hørm og ill um, at myndugleikarnir í Serbia ikki hava útflýggjað teir báðar høvuðsmenninar aftan fyri fólkamorðið ímóti muslimunum í Bonsia, politiska leiðaran Radovan Karadzic og generalin Ratko Mladic.
Carla del Ponte er ikki í iva um, at serbisku myndugleikarnir hava í fleiri førum verið vitandi um, hvar teir báðir hava fjalt seg, men at myndugleikarnir hava ikki lagt í at taka teir, hóast bæði dómstólurin, ES og USA hava kravt tað.