Ingeborg Vinther og Vígdis Johannesen hava tveitt Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag út í óføri og leita í hesum døgum eftir onkrum, sum tey kunnu geva skyldina fyri sítt egna dugnaloysi.
Ingeborg vildi ikki samráðast saman við arbeiðarafeløgunum í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag og av tí at hon ikki megnar nakað sjálv rennur Vígdis Johannesen sum ein annar hundahvølpur aftan á Ingeborg Vinther.
Sjálvt tað at hava eina lívstrygging fyri sínar limir megnar hon ikki hóast limir hennara gjalda somu sáttmálabundnu gjøld til teirra felag sum limir Havnar Arbeiðsmannafelags.
Ingeborg og Vígdis hava báðar í skrift og talu billað limum sínum inn, at teimum er bjóðað 2,5% minni í løn í semingsuppskotinum enn tað sum feløgini í Klaksvík og vit fingu. Tá tær fara so langt í sínum lygnum, má tað vera tí at tær halda sínar egnu limir vera sera lítið vitandi, annars høvdu tær neyvan roynt seg við slíkum. Í vikubløðunum royna tær eisini at billa fólki inn, hvussu einvegis nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag arbeiðir, men á fundi hóskvøldið 17. mai 2001, har øll nevndin var møtt, var full semja um at rætt er at lønin fyri sama arbeiði skal vera eins um alt landið.
At billa fólki inn, at eg skal hava gjørt avtaluið arbeiðsgevarafelagið og semingsstovn er so langt úti, at hetta ikki hevur nakra viðmerking uppiborna.
Til seinast, Ingeborg. Eg var ikki við, tá verkamannafylkingin fór fyri bakka, so tað ber til at klandrast uttan mína luttøku.
Við arbeiðarakvøðu










