Nýggjasta yrkingasavnið eftir Carl Jóhan Jensen er føroyska uppskotið til Norðurlendsku bókmentavirðislønina 2008 Yrkingarsavnið ?September í bjørkum sum kanska eru bláar? eftir Carl Johan Jensen er føroyska uppskotið til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum næsta ár
Tey flestu Carl Jóhan Jensen sum krevjandi bókligan yrkjara við egnum serskildum stíli, men at málsliga rannsóknin í yrkingunum ikki er eitt endamál í sær sjálvum er týðiligt í nýggjasta savni hansara frá 2006, sigur innstillingarnevndin í tíðindaskrivi
Ì yrkinginum býr ein eksistentiellur ivi og longsul og tær eru um grundleggjandi tilveruspurningar, og hesir verða fluttir bæði aftur og fram í tíð og samantvinnaðir við tað at yrkja.
Yrkingasavnið ber enska undirheitið ?The afflictions of the reverend J.H.O. Dünn?, t.v.s. yrkingarnar snúgva seg um prest, hvørs navn minnir um navnið á føroyska J.H.O. Djurhuus og enska yrkjaran úr 1600-talinum John Donne. Yrkingasavnið letur seg tí lesa sum ein frásøgn um stumblandi royndirnar hjá prestinum at skilja heimin, menniskjuni og seg sjálvan. Ein ørgrynna av motivum, myndum og tilsipingum geva frásøgnini um prestin serstaka megi og dýpd.
?September í bjørkum sum kanska eru bláar? er sjáldsama heilrunnið savn. Ein villur vilji og longsul býr í fleiri av yrkingunum, men styrkin og serligi innari spenningurin í savninum liggur í teimum máttmiklu og málsliga ekvilibristisku lýsingunum av menniskjansligari ómegd, sigur innstillingarnevndin.