Tað verður Carl Johan Jensen, sum fær Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagurbókmentir í í ár.
Tað avdúkaði Malan Marnersdóttir í Müllers Pakkhúsi í Havn nú seinnapartin. Hann fekk virðislønina fyri bókina, Eg síggi teg Betri í Myrkri.
Peningagávan er upp á 35.000 krónur.
Carl Johan Jensen fekk ikki sjálvur verið til staðar, so Jonhard Mikkelsen tók ímóti virðislønini fyri hann.
Hetta er triðju ferð, hann fær hendan heiðurin.
Sí myndir frá handanini niðanfyri. Myndirnar hevur Dávur Winther tikið.