Carl Bærentsen var sonur Johannes Bærentsen (1835-1918) skómakara á Sundi, sum flutti til Havnar í 1893. Tey búsettust í Nýggjustovu niðri í Gongini, har Johannes hevði verkstað uppi á loftinum.
Eitt systkinabarn Johannes var Christian Bærentsen, sum var fyrsti og einasti føroyingur, sum gjørdist amtmaður.
Johannes giftist í 1857 í Danmark við Rasminu Carolinu Jacobsen f. 1840 í Helsingør. Tey fingu seks børn. Eitt av teimum var Carl.
Byrjaði hjá Restorff
Um hann skrivaði Dagblaðið 5. juli 1949 hesi minningarorð:
Nýliga eru tveir kendir havnarmenn deyðir. Teir eru Carl Fossaa, fyrrverandi bakarameistari, og svágur hansara, Carl Bærentsen, fyrrverandi handilsmaður. Carl Fossaa doyði 1. juli og Carl Bærentsen 4. juli.
Hesir báðir svágrarnir (Carl Fossaa var giftur við Onnu, systir Carl Bærentsen) verða saknaðir millum havnarfólk, tí teir livdu sítt lív og høvdu síni størv so tætt uppi at fólkalívinum í okkara bý, at teir kendur øll, og øll kendu teir sum tveir góðar havnarmenn.
Carl Bærentsen kom sum ungur til handilin í Vágsbotni, sum í teirri tíðini ivaleyst var størsti handil í Havn. Og í hesum handli var Carl Bærentsen vorðin ein føst mynd, ja, so føst, at tað var eitt glopp í, tá ein kom inn í Vágsbotn eina løtu, og Carl Bærentsen ikki var at síggja innanfyri skivuna.
Tó var tað so, at Carl Bærentsen eisini hevði sítt at gera úti, tí hann hevði í nógv ár alt fiskaarbeiði í hondunum hjá Vágsbotnshandlinum. Góðar terradagar hevði hann fasta støð í Álakeri ella aðra staðni, har teir turkaðu fisk. Sjálvur var hann so innlivaður í handilsarbeiðið í Vágsbotni og tað starv, sum hann hevði við hendan handil, at tað neit honum ógvuliga meint, tá ið tann dagur kom, at har noyddist at verða afturlatið.
Carl Bærentsen var ikki ungur longur, og tað var eins og hetta vónbrot, ið hann skuldi koma at vera fyri í Vágsbotni, tók nakað av hansara fría flogi frá honum – lítið vildi bera til hjá honum eftir henda dag.
Hesi seinastu árini hevur hann verið ógvuliga sjúkur.
Carl Bærentsen var giftur við Siggulinu, dóttur Bærint bónda Vang í Sólgørðum í Kaldbak.
Teir eru nú farnir báðir, Carl Fossaa og Carl Bærentsen. Og tó at hin fyrsti var ættaður úr Vestmanna og hin seinni av Sundi, so høvdu teir trúliga sítt lívsyrki her sum ídnir Havnarmenn. Og vit vilja minnast teir sum tveir góðar havnarmenn, nú teir eru farnir til hvíldar.”
Carl byrjaði sín egna handil stutt eftir, at Restorffs-handilin var farin á húsagang í 1926. Fyrst var handilin í Tróndargøtu, seinni úti á Landavegnum. Hann gavst at handla í 1935. Handilin varð róptur Gamla Vágsbotn. Hetta komst av, at fólk kendu Carl frá Vágsbotnhandlinum.
Børnini hjá Carl og Siggulinu vóru:
Johannes Albin (1898-1980) var stjóri í Føroya Sparikassi frá 1953-1968. Hann var ein sjáldsamur maður. Hann var ikki stórur av vøkstri, men stórur sum menniskja. Altíð fólkaligur og blíður og dugdi sera væl við starvsfólki og viðskiftafólki.
Eftir at hava fingið realprógv kom hann at arbeiða hjá M.C Restorff og synum í Vágsbotni, helst hjá pápa sínum. Tá handilin fór á húsagang í 1926, fór Albin um landið at fáa tey, sum skyldaðu til handilin um at forleingja fyrningarkrøvini. Tey høvdu alt at vinna við at sýta. Hetta gjørdi kortini eingin. So væl dugdi Albin við fólki.
Seinni kom hann at arbeiða hjá Zacharias Heinesen í Vágsbotni. Aftaná tað kom hann í 1935 at arbeiða sum bókhaldari í Færø Amts Sparekasse, sum Eik kallaðist tá. Hann kom tá at avloysa systkinabarn pápa hansara, Helenu Bærentsen, sum var fyrsta kvinna, sum hevur arbeitt í sparikassanum.
Albin var maður, ið stóð fyri nýskipanum. Hann fekk í lag eina skipaði innkrevjingarskipan fyri sparikassan, hetta umfataði eisini fastar flytingar. Síðst í fjørutiárunum var bókhaldsskipanin hjá sparikassanum meira í samsvar við nútíðina enn hjá donskum sparikassum. Albin gjørdist stjóri í sparikassanum í 1953.
Hann var eisini millum teir fyrstu í telduøldini í tí virksemi, sum nú er Elektron. Hann fekk eisini sett ta fyrsta deildina hjá sparikassanum á stovn, nevniliga hana í Vestmanna. Hetta var í 1956.
Í 1968 var hann blivin 70 ár. Tað var vanligt at sparikassastjórar sótu, til teir doyðu. Men Albin helt tað vera uppá tíðina at gevast. Hann helt tó fram í umboðsráðnum til 1977.
Maria Sofía f. 1899. Hon var gift við Frants OIsen (1897-1951), sum var sýslumaður í Norðoyggjum 1927-1930.
Emmy f. 1904
Holger f. 13. august 1905, tók realprógv í Havn í 1922. Frá 1922 til 1924 hevði hann skrivstovupláss í timburhandlinum hjá H.C. Andreassen, Hans á Reyni, í Havn. Í 1924 fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv har í 1926. Fram til 1928 var hann lærari við privata realskúlan í Vági. 1929-30 hann lærari í Sandavági.
Frá 1937 var Holger lærari við Tórshavnar Handilsskúla, og frá 1951 var hann fyristøðumaður fyri skúlan. Holger fekk skrivimaskinur inn á handilsskúlan, og tá fór eisini at verða undirvíst í maskinskriving. Hetta var eitt stórt framstig tá.
Holger gjørdist varaskúlastjóri við kommunuskúlan og seinni skúlastjóri. Hann hevði hetta starv, til hann fór frá fyri aldur.
Hann var giftur við Signhild f. Niclassen út Miðvági. Hon var fødd 5. August 1914. Holger doyði 3. februar 1975. Signhild doyði 2. februar 1976
Charles f. 1909, var giftur við Hansu Petersen f. 1922 í Saltnesi. Charles var síni seinastu ár prísansari hjá prísráðnum.
Helena var fødd 24. juni 1912. Hon tók realprógv í Havn í 1929 og hevði skrivstovupláss 1930-32. Hon fór á Føroya Læraraskúla í 1932 og tók prógv í 1935. Frá 1. september 1935 til 1. mei 1942 var hon lærarinna á barnagarði KFUMs í Tórshavn. Í 1942 til 1943 var hon lærarinna í Kaldbak og á Sundi. Hon var skrivari í KFUK 1943-1948. Frá 1. mars 1948 var hon lærarinna í Havn. Hon doyði 18. august 1976.
Keldur:
Zakarias Wang: Eikirøtur
Lærarafólk í Føroyum
Birgar Johannesen: Fólk og yrki
Poul Johs. Lindberg: Handilsskúlin – hálvrunnin øld
Viggo Christiansen
Í komandi parti verður greitt frá Eliesar Andreassen, Essa á Reyni. Hann var ein av stovnarunum av Thorshavns Totalafholdforening í 1878