Cardiff koyrir Mackay

Malky Mackay hevur nú fingið sekkin sum managari hjá Cardiff City.

Malky Mackay hevur nú fingið sekkin sum managari hjá Cardiff City.

 

Hetta hendi á einum fundi millum nevndina í felagnum og Malky Mackay.

 

Ein fráboðan á heimasíðuni hjá felagnum sigur, at ein nýggjur venjari fer at verða settur í røttu løtuni.

 

Mackay er koyrdur minni enn 24 tímar eftir 0-3 tapið á heimavølli móti Southampton.

 

Hendingin kom eftir illstøðu millum Vincent Tan, eigaran av Cardiff City, eftir at hesin í einum telduposti 16. desember bað Mackay um at siga upp, ella at verða sagdur upp.

 

Tan ákærdi eisini Malky Mackay fyri at brúkaov nógvar pengar í handilsvindeyganum og segði, at einki oyra bleiv til keyp av nýggjum spælarum í januar vindeyganum.

 

41 ára gamli skottin noktaði fyri at siga upp, og leiddi síðani Cardiff í dystunum móti Liverpool og Southampton.

 

Malky Mackay hevur staðið á odda fyri Cardiff síðani juni 2011. Hann førdi felagið upp í Premier League fyri fyrstu ferð í 52 ár, tá teir vunnu The Championship í 2013.