Tað verður mangan ført fram, at hesi lond hava eitt sosialt trygdarnet eins og Norðurlond. Tað kann væl verða, men har má man so siga, at meskavíddin er betýðiligt størri í tí New Zealandska og bretska trygdarnetinum, tí har eru fólk, ið fella ígjøgnum.
Skattaprocentið í Føroyum er ov høgt verður sagt í Caragata álitinum. Fyrst og fremst er at siga, at Caragata álitið fer í so lætt um hvørja ávirkan ymisk sløg av skatti hava á samfelagið. Tað er munur á hvussu MVG og t.d. partafelagsskattur ávirka samfelagsbúskapin - hettar kundi ein og hvør búskaparfrøðingur fortalt landstýrinum uttan júst Caragata rithøvundarnir eftir øllum at døma. At Caragata álitið kemur við einum sokallaðum optimalum skattasatsi fyri Føroyar eftir at hava kannað samfelagið í stutta tíð virkar eitt sindur lættkeypt, serliga tá hugsað verður um, at onkur av rithøvundunum hava roknað ein líknandi optimalan skattasats fyri USA sum var lægri enn núverandi skattasatsur í USA, ið als ikki ber einum vælferðarsamfelagi. Uppskriftin hjá Caragata er, at lægri skattur gevur búskaparvøkstur. Samanhangurin er ikki eintýðugt ávístur ? heldur ikki í New Zealandi, har Caragata eksperimentið er komið longst.
Um hesin samanhangur var ávístur, so stóð álitið eitt sindur sterkari. Óansæð hvussu væl álitið er skrúvað saman fakliga, so er diskussiónin ikki bert hvussu fakliga undirbygt álitið er og hvønn prosentvøkstur vit vilja hava í búskapinum. Spurningurin er hvussu okkara samfelag skal síggja út. Er hægst møguligi búskparvøkstur í bruttotjóðarúrtøku eitt mál í sær sjálvum. Her eigur svarið at vera nei, um hettar bert kann náast við at økja um ójavnan í samfelagnum. At man so tosar um útlicitering av smáarbeiðum er neyvan nakað stórmál. Landið útliciteraði arbeiði longu í 1973.
Vælferðarsamfelagið er ikki ein sjálvfylgja. Pensionistarnir og tey veiku í samfelagnum hava tað ikki ov gott sum er, og vit vita sum er, at verður okkara samfelag innrættað sum Bretland og New Zealand, so verða tað tey veiku, sjúku og illa útbúnu í samfelagnum sum koma at sita við sviðið soð. Minstulønin í Bretlandi er umleið 40 krónur um tíman.
Tað er gott, at man nú fer at diskutera Caragata álitið, tí eitt nú Fólkaflokkurin tekur undir við nógvum av innihaldinum, men tá tað kemur til fiskivinnuna, so bakka teir. Spurningurin er, um tað ber til at sortera í hesum. Kanska er tað ein ja ella nei spurinngur, tí liberalisering er so løgin, at tað er sum ein hummararúsa. Er man fyrst komin inn, so ber bert til at sleppa longur inn. Út vendst eftir øllum at døma ikki aftur.