Captiva verður ein stórur og rúmligur frítíðarbilur við liðiligari innrætting. Ein kompaktur framkomin SUV, ið verður drivin av øllum fýra hjólunum.
Bilurin kemur í fleiri ymiskum útgávum við t.d. V6 bensinmotori og 2,0 litur dieselmotori við 150 hk.
Captiva verður 464,0 cm langur, 185,0 cm breiður og 173 cm høgur, umleið somu stødd sum t.d. Kia Sorento og Mercedes-Benz ML.
Hjá VR Bilum verður sagt, at teir fyrstu Captiva koma í august/september,og at teir vænta sær nógv av bilinum, sum bæði verður kappingarførur í prísi og dygd.