Capello í vanda í Madrid

Fyrsta hálva árið hevur ikki verið nakar dansur á rósum fyri italska venjaran í Real Madrid, Fabio Capello. Vónirnar vóru sera góðar, tá ein av heimsins bestu venjarum kom til spanska kongafelagið, men úrslitini hava ikki verið til vildar hjá Capello og Real Madrid.

 

Leiðslan í Real Madrid er eisini sera ónøgd um tapið í Champions League áttandeilsfinaluni í gjárkvøldið. Real Madrid hevði vunnið fyrra dystin á heimavølli 3-2, men í seinna dystinum megnaði Bayern Munchen at vinna 2-1, og sostatt eru teir klárir til fjórðingsfinaluna orsaka av regluni um flest skoraði mál á útivølli. Nú er eisini líkt til, at Capello hongur í einum tunnum tráði á Santiago Bernabeu.

- Sum nú er kann eg ikki siga við vissu, at Capello situr á beinkinum, tá vit spæla á Nou Camp ímóti Barcelona leygardagin, sigur ítróttarstjórin í Real Madrid, Predrag Mijatovic.

Presidenturin í Real Madrid, Ramon Calderon er heldur ikki nøgdur við støðuna.

- Venjarin má vísa okkum, at hann følir seg sterkan nokk til at bøta um okkara núverandi støðu, sigur Calderon.

 

Fabio Capello er enn venjari hjá Real Madrid, men útmeldingarnar hjá leiðsluni í Real Madrid benda á, at Capello innan alt ov leingi er søga á Bernabeu.