Fyri fyrstu ferð, síðani Fabio Capello tók við sum landlsiðsvenjari, tapti Ongland ein fótbóltslandsdyst. Hetta hendi á útivølli móti Ukraina í einum dysti, har málverjin, Robert Green, varð rikin av vøllinum eftir einum korteri. Andrey Shevchenko brendi misnýtti brotssparkið, sum spurdist burturúr hesum, men eftir hálvum tíma skoraði Serhiy Nazarenko einasta málið, sum kom í dystinum. Ongland hevur tó langt síðani tryggjað sær atgongd til HM-endaspælið.










