Nógv hevur verið gitt um nýggja russiska landsliðsvenjaran, og nøvn sum Harry Redknapp og Joseph Guardiola hava verið nevnd. Men oftast hevur Fabio Capello verið nevndur, og nú váttar russiska fótbóltssambandið, at fyrrverandi enski landsliðsvenjarin nú verður russiskur landsliðsvenjari.
Vit hava í dag gjørt av, at seta Fabio Capello í starv sum landsliðsvenjara. Vit bíða nú í Moskva at fáa seinastu smálutirnar upp á pláss, áðrenn skrivað verður undir, sigur Nikita Simonyan við Itar-Tass.
HAnn roknar við, at Capello skrivar undir áðrenn vikan er farin.
Tá Capello og hansara umboðsmenn koma rokna vit við, at sáttmálin verður undirskrivaður. Eg vænti tað verður mikudagin ella hósdagin, sigur vara-forsetin.
Fabio Capello hevur einki gjørt, síðani hann segði seg úr starvi hjá enska fótbóltssambandinum, tá sambandið tók liðføraraheitið frá John Terry uttan at Capello visti av.
Roknað verður við, at sáttmálin varar í seks ár, skrivar danswka Tipsbladet.










