Capello ónøgdir um Cole

Hóast Joe Cole skoraði bæði málini, tá Ongland vann 2-0 á Andorra, so var landsliðsvenjarin, Fabio Capello, ikki nøgdur við avrikið hjá Cole. – Hann og Wayne Rooney fingu boð um at pressa meira upp, so Heskey ikki gjørdist ov einsamallur í álopinum eftir steðgin, men tað riggaði ikki væl. Eg veit væl, at vit vunnu, men bíða nú við at meta um avrikini, til vit hava spælt móti Kroatia mikudagin, segði Capello eftir dystin.