Capello ikki fingið løn í seks mánaðir

Fabio Capello eigur eina stóra lønarupphædd til góðar hjá russiska fótbóltssambandinum

Landsliðsvenjarin hjá russiska fótbóltslandsliðnum, Fabio Capello eigur eina upphædd, sum svarar til 62 miljónir danskar krónur í løn til góðar hjá russiska fótbóltssambandinum.

 

Nikolaj Tolstykh, forseti í russiska fótbóltssambandinum hevur fingið eitt evstamark til á midnátt í dag at fáa skil á lønarviðurskiftini hjá Fabio Capello. Tað er russiska arbeiðseftirlitið, sum hevur sett fram hesi kravboð til Nikolaj Tolstykh. Um Nikolaj Tolstykh ikki fær viðurskiftini í rætt lag verður hann koyrdur frá, og verður útistongdur frá øllum fótbóltsvirksemi í trý ár.

 

Sjálvur er Fabio Capello alt annað enn glaður fyri støðuna, og hann hevur sambært russiskum miðlum hótt við at leggja starvið, sum russiskur landsliðsvenjari frá sær. - Eg havi ikki fingið rindað tað eg skal í fleiri mánaðir, og nú eri eg komin til pínumarkið, sigur Capello við russiskar miðlar.

 

Fabio Capello hevur annars ein sáttmála við russiska fótbóltssambandið, sum gongur útum HM-endaspælið, sum skal verða í Russlandi á sumri í 2018.