Capello gevst um tvey ár

Sáttmálin millum enska fótbóltssambandið og landsliðsvenjaran, italiumannin, Fabio Capello gongur út í 2012.

 

Tá er Fabio Capello vorðin 66 ára gamal, og í samrøðu við BBC sigur hann, at tá er tíðin búgvin at gerast pensjónistur.

 

Atfinningarnar í ensku pressuni vóru stórar og nógvar, tá Ongland tapti 1-4 ímóti Týsklandi í HM-áttandapartsfinaluni fyrr í summar.

 

Ongland og Capello hava kortini fingið eina góða byrjan uppá EM-undankappingina, har Ongland hevur vunnið 4-0 yvir Bulgaria á heimavølli, og 3-1 yvir Sveis á útivølli.

 

Ongland er eisini í bólki saman við Montenegro og Wales, og skuldu útlitini fyri, at Ongland spælir seg í EM-endaspælið í 2012 verið rættiliga góð.