Kendi italski venjarin, Fabio Capello, ætlar sær ikki at vera venjari aftur. Hann gevst, váttaði hann í einari samrøðu við RAI Radio í dag.
71 ára gamli Fabio Capello hevur verið venjari hjá stórfeløgum so sum Real Madrid, Juventus og AC Milan, og hann hevur eisini roynt seg sum landsliðsvenjari hjá Onglandi og Russlandi.
Í fjør tók Capello við sum venjari hjá kinesiska Jiangsu Suning. Har fekk hann sekkin fyri tveimum vikum síðan, og í dag avdúkar hann, at hetta var seinasta venjarastarvið á yrkisleiðini, sum byrjaði í ungdómsdeildini hjá AC Milan í 1982.
Fabio Capello hevur verið settur í samband við starvið sum italskur landsliðsvenjari, men hann sigur, at hann hevur sagt nei takk til hetta starvið, og at hann nú fer at vera viðmerkjari í sjónvarpinum.
- Tað gleði eg meg til. Í tí starvinum kanst tú bara vinna, segði hann í samrøðuni við RAI Radio.
Capello hevur eisini sjálvur spælt fótbólt. Árini 1964 til 1980 umboðaði hann við SPAL, AS Roma, Juventus og AC Milan, og árini 1972 til 1978 bleiv tað eisini til 32 dystir fyri italska landsliðið.