Capello er venjari - enn

Fyri løtu síðani var tíðindafundur hildin, har vánaliga úrslitið hjá enska landsliðunum var eitt av høvuðsevnunum hjá tíðindafólkunum.

Ikki óvæntað varð Capello beinanvegin og beinleiðis spurdur, um hann heldur fram sum venjari, eftir at landslið hansara tapti 4-1 ímóti Týsklandi í gjár.

Capello upplýsti, at hann hevði verið á fundi við bretska fótbóltssambandið í morgun. Har kom fram, at leiðslan í sambandinum fer at viðgera støðuna og at teir koma við eini fráboðan um tvær vikur ella so.

- Men spyrt tú meg, so eri eg sjálvur hugaður fyri at halda fram sum landsliðsvenjari, sigur 64 ára gamli Fabio Capello.

Tað verður kortini ikki upp til hansara at avgera. Hann má bíða eina tíð enn eftir avgerðini um framtíð sína.