Enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, sigur seg ikki kunna brúka spælarar, sum eru 100% til reiðar at spæla krevjandi dystir. Og tað kann kosta HM-plássið hjá spælarum sum Rio Ferdinand og Ledley King, sum báðir hava drigist við skaðar í ár. Serliga illa stendur til hjá King, sum støðugt hevur verið plágaður, og Capello sigur nú beinleiðis við enskar miðlar, at ein spælari, sum so javnan er skaddur, als ikki kemur upp á tal, tá HM-hópurin skal úttakast.