- Eg veit hvørjar 22 leikarar eg havi í huganum. Tað eru teir somu 22, sum eg hevði í tonkinum í seinastu viku. Einki er broytt síðani tá, sigur Fabio Capello.
Tann 23. maðurin er liðfelagin hjá Gunnari Nielsen í Manchester City, Gareth Barry. Hann hevur ein skaða í fótinum og tað er óvist hvussu álvarsamur skaðin er.
- Vit bíða við at taka eina avgerð um Gareth Barry til vit hava kannað hann eina seinastu ferð, sigur Capello.
Ongland hevur spælt tveir venjingardystir síðani kappingarárið endaði. Fyrst vunnu teir 3-1 á Meksiko og fyrradagin vunnu teir 2-1 á Japan, men fjølmiðlarnir í Onglandi hava ikki latið væl at gongdini í teimum dystinum.
Fabio Capello kunngerð týsmorgunin hvørjar 23 leikarar hann vil hava við til HM at umboða Ongland.