- Eg veit hvørjir teir 11 eru, ið skulu byrja inni leygardagin. Nú vóni eg bara, at vit ongar skaðar fáa til venjing teir komandi tveir dagarnir, sigur landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capello við ensku útvarpsstøðina, BBC Radio Five Live.
Ongland hevur longu mist Rio Ferdinand, ið gjørdist skaddur í venjing fyri stuttum. Ferdinand var útnevndur til liðskipara, eftir at Fabio Capello frátók liðskiparabandið frá John Terry fyrr í ár.
- Eg eri avslappaður, men eg skilji eisini trýsti, tí líkamikið hvar vit venda okkum, so eru trygdarfólk og fjølmiðlafólk rundan um okkum. Eg skilji væl at hetta er ein sera sera tydningarmikil løta fyri landið, sigur Fabio Capello.
Tað hevur verið nógv tosa um, at hini liðini fara at leggja eftir Wayne Rooney, fyri at órógva hann mest møguligt. Amerikumenn, ið eru mótstøðan hjá Onglandi leygardagin, hava avsannað at teir fara at leggja eftir Wayne Rooney.
- Rooney er væl fyri í løtuni. Tað gongur væl hjá honum til venjing. Hann skorar nógv mál til venjing og tað er týdningarmikið fyri hann. Eg vænti, at hann fer at hava eitt fantastiskt HM endaspæl, sigur Fabio Capello at enda.
Ongland og USA spæla á Royal Bafokeng Stadium leygarkvøldið klokkan 19.30.










