Capello bjóðar seg fram í Onglandi

? Tað hevði verið ein ómetaliga stórsligin uppgáva, ið eg heldur enn fegin hevði ynskt mær, sigur Capello.

 

Capello, ið varð sekkjaður av Real Madrid í summar, hóast hann førdi liðið til meistaraheitið í bestu deildini í Spania, Primera Liga, hevur áhuga í at verða avloysarin hjá Steve McLaren, ið saman við hjálparmanni sínum, Terry Venables, varð kasseraður í morgun, tá tað var greitt at teir ikki megnaðu at fáa Ongland við til EM-endaspælið í komandi summar.

Capello, ið er tann italski Eli Hentze, var kommentatorur fyri italsku sjónvarpsstøðina, Rai, til dystin í Moden, tá Føroyar spældi móti heimsmeistarunum úr Italia, og var hann tá spurdur um hvat honum hevði dámt at vant Ongland.

- Eg at venja Ongland? Tað hevði verið ein fantastisk avbjóðing, og eg havi eisini rætta aldurin til tað, segði Fabio Capello.

61-ára gamli venjarin, ið hevur havt eydnuríkar løtur við Milan, Juventus og Roma, var fyri kortum settur í samband við Tottenham venjarastarvið, men tað starvið leyp Juande Ramos avstað við.

Ein annar venjari, ið javnan hevur verið settur í samband við nú leysa enska landsliðsvenjaraplássið, er ?The special one? José Mourinho. Orsøkin sigst nú vera, at tað nú má verða ein venjari, ið er tjúkkhúðaður og sum dugir at handfara miðlarnar?Og hvør dugur tað betur enn just umtalaði José Mourinho, ið leiddi Chelsea til teirra fyrsta meistaraheiti í umleið 40 ár, og so endurvann tað árið eftir, hetta var kappingarárini 2004/2005 og 2005/2006.