Manchester United-legendan Eric Cantona stúrir fyri felagnum, tá ið venjarin Sir Alex Ferguson gevst sum venjari. Hann heldur, at Ferguson í løtuni er maðurin, sum heldur felagnum saman.
- Eg skilji væl, at áskoðararnir stúra. Gongdin í felagnum ber ikki at broytast, meðan Ferguson er venjari, men tíðin eftir at hann er givin verður trupul, sigur Cantona við The Sun.