Cantona: Ísland er liðið í EM-kappingini

(Kykmynd) Síggj og hoyr Manchester United legenduna, Eric Cantona deila út serligar og alternativar virðislønir til ymiskar EM luttakarar

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj seinasta, serliga innslagið hjá fótbóltskommiserinum hjá Eurosport við fronsku Manchester United legenduni, Eric Cantona.

 

Í innslagnum gevur Eric Cantona Íslandi virðislønina fyri at verða liðið í EM-kappingini.

 

Afturvið hvørjari virðisløn hevur Eric Cantona heiti á einum kendum sangi. Í innslagnum fáa Joe Hart og Cristiano Ronaldo eisini eitt lítið prik. Ísland fær sangin "Let it go", sum er frá Disney-filminum "Frozen". 

 

Best nøgdur er Eric Cantona við fjeppararnar, undantikið fjeppararnar hjá Russlandi og Onglandi, sum gjørdu um seg í byrjanini av EM-kappingini.