Gamla franska Manchester United-hetjan, Eric Cantona, sum var høvuðsatvoldin til, at Manchester United vann Premier League í 1993, 1994, 1996 og í 1997, umframt steypakappingina í 1994 og í 1996 hevur undir EM-endaspælinum í Fraklandi roynt seg í einum øðrvísi leikluti.
Eric Cantona er "fótbóltskomiserur" á stóru ítróttarrásini Eurosport, har hann á eina sera alternativan, stuttligan, og týðum poetiskan hátt hevur viðmerkingar um EM-endaspælið, sum fer fram í heimlandi hansara, Fraklandi.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hendan partin frá YouTube rásini hjá Eurosport, har Eric Cantona sigur, at hann hevði Ísland, sum vinnara av EM-endaspælinum, áðrenn endaspælið byrjaði. Eric Cantona er eisini ógvuliga hugtikin av íslendska sjónvarpsfrásøgumanninum, Gummi Ben, sum er vorðin ein kultfigurur í fótbóltsheiminum. Í hesari kykmyndini syrgir Eric Cantona eisini, at Stórabretland hevur meldað seg úr ES.