Cantona forsetavalevni

Fyrrverandi franska fótbóltsstjørnan Eric Cantona ætlar sær at bjóða Nicolas Sarkozy av á forsetavalinum, og hann er nú í ferð við at savna so mikið av undirskriftum, at hann kann stilla upp. Eftir fronsku vallógini skal eitt valevni hava váttan frá í minsta lagi 500 fólkavaldum, og Cantona hevur biðið borgarstjórar og onnur fólkavald styðja seg, so hann sleppur at stilla upp. Tað skrivar blaðið Liberation.

Sambært blaðnum heldur Eric Cantona, at tey ungu í Fraklandi hava alt ov fáar møguleikar, og tað sosiala órættvísið er alt ov umfatandi í Fraklandi, sigur hann.

Politiskir eygleiðarar í París siga, at sjálvt um tað skuldi eydnast fyrrverandi Manchester United-stjørnuni at fáa nóg mikið av undirskriftum til at stilla upp, so er tað mest sannlíkt, at hann fer burtur úr kappingini í fyrra valumfarinum, sum verður í apríl.

Seinna umfar verður í mai, og í løtuni vísa kanningarnar, at sosialisturin Francois Hollande fer at vinna á Nicolas Sarkozy tá.