Uppliva mjúka mjørkan og brúsandi brim á útgávukonsertini hjá kvinnukórinum Cantabile, ið nú kemur við síni fyrstu fløgu Kvinnukórið Cantabile sendir í dag fløguna ?Seinnameiri? út til føroyskar lurtarar og sangelskarar. Hetta er fyrsta fløgan hjá kórinum, og í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert leygardagin 10. oktober.
Cantabile byrjaði sum gentukór, men síðani hava genturnar ment seg til eitt nógv umbiðið kvinnukór, sum ? saman við kórleiðaranum Paula í Sandagerði ? hevur ein sermerktan tóna og egið huglag.
Kvinnurnar í Cantabile eru vaksnar upp við teimum 16 sangunum, sum nú eru at hoyra á fløguni ?Seinnameiri?. Fleiri av løgunum hevur Pauli í Sandagerði skrivað og útsett serliga til Cantabile, og kórið vil geva hesa fløguna út til tess at skjalfesta verkini eins og staðfesta hesi árini saman við sangunum.
Á fløguni eru eisini úrvaldar altjóða kórperlur sum t.d. ?Ave Maria? hjá Sergej Rachmaninov og kvinnukórsatsir hjá ungu tónlistakvinnuni Unn Paturson.
Leygardagin 10. oktober fer Cantabile á pall í Komunuskúlaauluni, har kórið saman við Paula í Sandagerði fer at framføra løg av nýggju fløguni.
-Lurtarin fer at hoyra grasið grógva, mjúkan mjørka og brúsandi brim. Framførslan fer at bera brá av tí góða sambandi, sum kórleiðarin dugir at skapað millum lurtarar og kór. Eisini fer lurtarin at uppliva eitt altjóða rák, kórklassikarar og verk uttaneftir í føroyskari tulking og búna, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi.
Útgávukonsertin verður í Komunuskúlaauluni 10. okt. 2009 kl 17.00.