Cantabile í Múllers Pakkhúsi

Kvinnukórið Cantabile hevur áhugaverda jólakonsert í Múllers Pakkhúsi í annaðkvøld klokkan 19. Á skránni eru jólaløg úr ymsum londum, sum m.a. Pauli í Sandagerði hevur útsett fyri kór

Unn Paturson stjórnar kórinum. Í kórinum eru fleiri dygdargóðir solistar, teirra millum eru Malan Eyðunsdóttir og Nomi Andreassen. Múllers Pakkhús hevur serstakt ljóð, og tað gagnnýtir kórið eitt nú til at syngja Ave Maria eftir russiska Rachmaninov, eitt verk, sum hevur fylgt kórinum leingi. Kórið syngur eisini Ave Maria eftir Rebecca Clarke. Kostnaður er 100 kr. Við í prísinum er ein heitur drekkamunnur og heimabakaðar jólasmákøkur.