Fløguaktuella kvinnukórið Cantabile vitjar í dag í Tutlhandlinum, har tær fara at syngja nøkur løg av nýggju fløgu teirra, ið eisini er tann fyrsta. Í dag kl.16 verður áartutl og brúsandi brim at hoyra í TUTLhandlinum. Tað er nevnliga fløguaktuella kvinnukórið Cantabile, stjórnað av Paula í Sandagerði, ið fer at syngja nøkur løg av fløguni ?Seinnameira? sum TUTL útgevur. Eins og vanligt bjóðar Tutl kaffi og okkurt gott til góman.










