Cannavaro sleppur

Fabio Cannavaro verður ikki ákærdur fyri dopingmisnýtslu, hóast hann tann 30. august læt inn positiva dopingroynd. Italski landsliðsskiparin hevði tveir dagar undan hesum fingið eina sproytu við kortison, tí armurin bólgnaði eftir at hann varð stungin, men felag hansara, Juventus, hevði ikki latið neyðugu pappírini inn hesum viðvíkjandi. Italska olympiska nevndin skrivar á heimasíðu sínari, at tey nú hava fingið prógv um, at ákærurnar móti Cannavaro vóru ógrundaðar.