Cannavaro nær metinum

Við 124 dystum er Fabio Cannavaro bara tveir landsdystir frá dystarmetinum, sum Paolo Maldini hevur á italska landsliðnum. Alt bendir á, at Cannavaro setir nýtt met, nú spælt verður um sonevnda Conferations Cup í Suðurafrika. Ein lítil vøddaskaði argar tó í løtuni, og tí er Cannavaro ikki við á liðnum, sum í dag spælir fyrsta dystin í kappingini.