Eftir hetta hava m.a. fronsku venjararnir Raymond Domenech og Gerard Houllier verið frammi við kritikki av valinum av júst Cannavaro sum ársins leikara. Nú sigur Cannavaro tó, at hann leggur líka í kritikkin. – Eg tími ikki at viðmerkja slíkan kritikk. Eg virði teirra meiningar, men svarið er tað sama. Tann gylti bólturin liggur heima hjá mær, sigur Cannavaro, sum nú eisini er blivin innstillaður til heiðurin sum heimsins besti fótbóltsleikari, har hann kappast við Zinedine Zidane og Ronaldinho.










