Cannavaro ikki við til EM

Miðverjuskansin hjá italsku heimsmeistarunum er fekk skaða undir venjing, og verður ikki at síggja í EM-endaspælinum

Fótbóltur

 

Tað leyp stórur hvøkkur á italska EM-hópin, tá ið Fabio Cannavaro undir venjing í gjár meiddi seg so illa, at hann mátti berast av vøllinum. Miðverjuskansin úr Real Madrid brast saman við Giorgio Chiellini, og fyribils kanningar vísa, at ein liður í fótinum er somikið illa skaddur, at ein skurðviðgerð møguliga verður neyðug.

Uttan iva ein dyggur smeitur fyri italska venjaran, Roberto Donadoni, sum nú hevur sent boð eftir Alessandro Gamberini úr Fiorentina.

Italia spælir sín fyrsta dyst í ársins EM-endaspæli mánadagin í komandi viku, tá ið teir kl.19.45 møta Hollandi.