Verjuskansin hjá Real Madrid og Italia og heimsins besti spælari í 2006, Fabio Cannavaro, sigur seg ætla at enda glæsiligu yrkisleið sína í Napoli. Sáttmálin hjá Cannavaro við Real Madrid endar komandi summar, og sambært umboðsmanni hansara, Gaetano Fedele, er tað als ikki ósannlíkt, at Cannavaro longu í januar fer undir samráðingar við barndómsfelagið.