Cannavaro gjørdist bestur

Framman fyri Gianluigi Buffon og Thierry Henry varð Fabio Cannavaro í gjárkvøldið kosin sum ársins spælari í Evropa
Tað ljóðaði longu fyri fleiri vikum síðani, at heiðurin frá France Football skuldi fella til italska liðskiparan, men tað var so ikki fyrr enn í kvøld, at staðfestingin varð veruleiki. Cannavaro er fyrsti verjuspælarin, sum fær heiðurin, síðani Franz Beckenbauer vann heitið í 70’unum.
Vinnarin í fjør, Ronaldinho, gjørdist nummar fýra – bein framman fyri besta spælaran í HM, Zinedine Zidane.