Cannavaro givin

Ein av teimum bestu fótbóltsspælarunum, sum Italia hevur fostrað, Fabian Cannavaro, kunngjørdi í gjár, at hann gevst. Cannavaro var á italska landsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið í 2006, og fyrrverandi venjari hansara Marcello Lippi sigur seg bara hava gott at bera honum.

 

-Hann er ein stórur spælari og eitt stórt menniskja, sigur Marcello Lippi.

 

Sum professionellur spælari hevur Fabian Cannavaro spælt við Real Madrid, Inter Milan og Juventus. Í fjør fór hann úr Juventus til felagið Al Ahli í Dubai, men ein varandi knæskaði hevur nú noytt hann at gevast.